Búmerkið hjá felagnum

Viðtøkur.

Viðtøkur fyri felagið Føroyamál


§ 1. Navn felagsins er Føroyamál


§ 2. Endamál felagsins er at gagna lærugreinini føroyskum á øllum stigum úr barnagarði til fróðskaparsetur. Hetta verður framt við at:

  • skipa fyri fakligum og námsfrøðiligum tiltøkum og kjaki um lærugreinina og føroyskt mál.
  • elva til samstarv millum lærarar í føroyskum, millum fólk, ið hava áhuga fyri og starvast við móðurmálinum á ymsan hátt.
  • hava samstarv við móðurmálslærarafeløg í hinum Norðurlondunum m.a. “Nordspråk.”


§3. Í nevndini eru 5 limir, valdir soleiðis, at annaðhvørt ár standa tveir nevndarlimir fyri vali og annaðhvørt ár tríggir. Haraftrat verða tiltakslimir valdir hvørt ár.
Tey ymsu stigini í skúlaverkinum skulu vera best møguligt umboðað í nevndini.
Nevndin skipar seg sjálv.


§ 4. Aðalfundur verður hildin eina ferð um árið, helst á vári.
Skrá skal lýsast 14 dagar fyri fundin.


Skrá:
1. Val av orðstýrara og skrivara
2. Ársfrágreiðing
3. Roknskapur
4. Ásetan av limagjaldi og freist fyri inngjalding
5. Lógarbroytingar
6. Innkomin mál
7. Val av nevnd og grannskoðara
8. Ymiskt
Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.

 

§ 5. Uppskot til broytingar í viðtøkunum skulu kunngerast saman við skránni til aðalfundin og verða samtyktar við vanligum meiriluta.


Samtykt broytingar á aðalfundi í august 2024, og nýggju samtyktirnar orðaðar og viðtiknar á nevndarfundi 02.09.2024.

§1. Navn
§2. Okkurt annað