Ársins orð.
Ársins orð 2020-2024
Føroyamál hevur verið við at kjósa ársins orð í 2020, 2021, 2022, 2023 og 2024.
Í 2020 var sóttarhald ársins orð. Í 2021 var sammóðir ársins orð. Í 2022 var stuttflutt ársin orð. Í 2023 var vitlíki ársins orð og í 2024 var tað langtíðarhaldføri.
Tíggju orð eru í uppskoti at verða vald til ársins orð, men tá ið sjálv avgerðin verður tikin eru tey endað niðri á í mestalagi trimum ella fýra, alt eftir, hvussu nógv fólk eru komin í útvarpsstovuna at umrøða ársins orð. Fólkini umboða ymiskar áhugafelagsskapir ella stovnar og siga, hví júst hetta orðið skal vera ársins orð. Tey grundgeva hvør í sínum lagi fyri øllum tíggju orðunum, hví tey ikki kunnu vera ársins orð og hví tey kunnu vera ársins orð.
Viðhvørt eru tey skjótt samd um orðið, men onkuntíð skulu góð yvirtalingarevni til. Í 2022 mátti forkvinnan í Føroyamáli brúka síni yvirtalingarevni væl, tí tá vóru tey ikki samd. Óluva talaði so væl fyri orðinum stuttflutt, at Ragnar Sigrunarson, ráðgevi í Málráðnum og Jón Brian Hvidtfelt, umboðandi føroysk miðlafólk, sleptu sínum uppskotum, sum vóru Ukraina og inflasjón. Og tað er sjón fyri søgn, at orðið stuttflutt er komið inn í málið.