Búmerkið hjá felagnum

Tiltøk sum hava verið.

Almennur fundur við Løkin 16/9-23

Tíðindaskriv

Hvat eggjar okkum at lesa?

Leygardagin 16. september skipar Føroyamál fyri spennandi tiltaki við yvirskriftini “Hvat eggjar okkum at lesa”. Tiltakið verður á Bókasavninum við Løkin.

Hesa ferð fara Páll Isholm, Tóra Joensen og Pálin Olsen at hava framløgu og hugleiða um evnið. Vit gleða okkum, og vónandi støkka tit inn á gólvið.

Drekka og okkurt ábit verður at fáa, og øll áhugað eru hjartaliga vælkomin.

Hvar: Bókasavnið við Løkin

Nær: Leygardagin 16. sep

Klokkan: 14.00-16.00

 

Eini 20-30 fólk møttu á á fundinum, sum var hildin á ógvuliga væl skipaða og hugnaliga bókasavninum við Løkin. Forkvinnan í Føroyamál, Óluva Klettskarð, legði fyri við at bjóða vælkomin og greiða eitt sindur frá um Føroyamál og tiltakið Hvat eggjar okkum at lesa.

Tóra Joensen var fyrst av teimum trimum, sum høvdu framløgur. Hon greiddi frá út frá sínum royndum sum lærari í meira enn 25 ár.

Hvat stimbrar lesingina?

Skaldskapur búnar okkum sum menniskju. Við hesum í huga havi eg roynt at eggja mínum næmingum at lesa bókmentir og lesa bókmentir fyri at gerast klókari og meira tilvitað um menniskju og lívið.

Talgildi heimurin

Tað sum eyðkennir okkara næmingar í dag er, at tey eru fødd inn í talgildu tíðina og hava ikki livað í einum samfelagi uttan alnet og skíggjar.

Tað eru fleiri ung, sum lesa nógv

Ein viðkomandi spurningur í okkara tíð er, hvat er lesing í 2023? Er tað bert tá tey lesa bøkur, at vit kalla tað lesing?

Hvat er lesigleði?

Tað eru helst fleiri viðurskifti, sum ávirka lesihugin hjá næmingunum. Hvussu kann ein lærari tryggja sær, at næmingar fáa tað burtur úr einum teksti, sum lærarin kundi hugsað sær?

At lesa er kul

At lesa kann tykjast “einsamalt og nørdasligt”.

Eg havi tó ongantíð hoyrt um nakran, sum er úrmælingur at lesa. Spurningurin er, hvussu fáa vit lesingina at vera meira kul?

 

Tóra metir, at tað er av størsta týdningi, at møta børnunum har tey eru. M.a. segði hon, at hon onkuntíð mátti broyta ætlanir í undirvísingin við bókmentum, tí at tað vísti seg, at tað, sum hon ætlaði, ikki gav meining hjá næmingunum. Tá ið hon so fylgdi næmingunum í teirra hugsan, fingu tey nógv meira burtuúr. Men tað hevur eisini týdning, at lærarin fær børnini at lesa.

Sjálvt um børnini eru fødd inn í talgilda heimin, so lesa tey eisini bøkur, tað eru børn heilt niður í 3. flokk, sum lesa Harry Potter.

Tað hevur stóran týdning fyri lesingina hjá børnum, at tey bæði skúli og heima vísa lesingini áhuga, og at børnini lesa heima. Tað sæst aftur í skúlanum, tá ið børn lesa heima.

Bókasavnið er av stórum týdningi fyri at skapa áhuga fyri bókum, tað er gott fyri børnini, um tey sleppa at ganga á bókasavninum, og tí er gott, um vit lata tey ganga ímillum bøkurnar, sjálvt um tað kanska sær út sum tey bara ganga har og mala.

 

 

Pálin Olsen umrøddi lesiførleikar, lesiførleikar og at lesa raðið.

Hvat er at lesa raðið?

Hví er neyðugt at duga at lesa raðið?

Hvussu menna vit førleika at lesa raðið?

 

Pálin tók støðið í bókini Flydende læsning. Tað hevur týdning at lesa nógv, um vit skulu gerast góðir lesarar og lesa raðið. Tí skulu bæði lærara og heim eggja børnunum at lesa.

 

Tekstur er allastaðni og tí er best at duga at lesa, tað kann eisini vera bæði hugnaligt og sosialt at lesa.

Vit mugu læra næmingarnar at lesa bókstavirnar, tey skulu kenna bæði útsjónd og framburð. Skulu børn gerast góðir lesarar, er neyðugt við nógvar endurtøku og at tey eru virkin, meðan tey lesa, tvs. hugsa um framburð, bókstavaeind og merking.

 

 

Í framløguni hjá Pálli Isholm varð hugt nærri at orðatøkum, og hvussu vit kunnu brúka tey sum amboð í stimbranini av lesihuginum.

 

“Eingin biskupur er ovlærdur, og eingin skúladrongur ovbardur”

Kunnu orðatøk stimbra lesihugin, spyr Páll Isholm .

Vit kenna tey øll, og tey hava altíð verið her. Tey skapast, broytast og summi hvørva aftur. Kunnu orðatøk stimbra lesihugin?

Orðatøk eru sjálvstøðugar málsligar heildir, men røkka ímyndarliga langt út um hesar heildir.

Páll hevur royndir at brúka orðatøk í undirvísingin á miðnámi og á Námsvísindadeildini, og heldur hann, at tað ber til at brúka orðatøk til nógv ymiskt í undirvísingini.

Orðatøk eru ikki bara sovorið gamalt og sum onkur gomul fólk brúka. Tey eru at finna sum heiti á bókum, nýggjum bókum, politikarar taka mangan til orðatøk, prestar brúka tey í prædikum og tey eru eisni at síggja í lýsingum.

Orðatøk hava summi orð við, sum bara eru at finna í einum orðataki, men vit vita kortini, hvat tað merkir, t.d. knívleysur.

Orðatøk eru málsøga, nógv skaldsligt er í teimum, nógv rím, retorikkur, keldutilfar, søguligt, moralur og kristiligt.

Møguleiki er við listarligum arbeiði í sambandi við orðatøk. Orðatøkini kunnu fremja lesihugin.

eingir lutir