Búmerkið hjá felagnum
28. sep. 2024

Hví lesa Heðin Brú í 2024?.

Føroyamál luttók á Eplafestivalinum 2024 á Sandi við tiltakinum "Hví lesa Heðin Brú í 2024?"

Hví lesa Heðin Brú í 2024?

Epli eru ikki nógv eldri í Føroyum enn Heðin Brú. Landbúnaðarmaður var hann og velti mangt flagið. Eisini velti hann mong orð, og upp nældu søgur.

Føroyamál var við á Eplafestivalinum á Sandi tann 28. september 2024 fyri at umrøða henda mikla høvund sandoyinga, og hvørt Heðin Brú og skaldskapur hansara framvegis eru viðkomandi í dag.

Bergur D. Hansen, bókmentafrøðingur, hugleiddi um Heðin Brú sum klassikari í føroyskum bókmentum. Trýst her fyri at lesa røðuna.

Eitt pallborð var sett, sum skifti orð um evnið "Er skaldskapurin hjá Heðini Brú viðkomandi í dag?". Pallborðið varð sett av Christinu Jensen, miðnámsskúlalærara, Juliu F. Højgaard, M.A.-lesandi í føroyskum, Jógvani Jón Hendriksen, nýklaktur studentur, og Bergi D. Hansen, bókmentafrøðingi.

Frankie Jensen sang nakrar sangir.

Kaffi og okkurt søtt varð at fáa, og tiltakið varð væl vitjað.

 

Føroyamál

Fleiri myndir.