Helena nýggj forkvinna í Málráðnum!.
Føroyamál stillaði Helenu Kannuberg í Málráðið, og nú fegnast vit saman við nýggju forkvinnuni, ið ynskir at sameina tær mongu ymsu meiningarnar um føroyska málið.
“Føroyska málið er væl fyri, men vit eiga ikki at taka okkara mál fyri givHelena nýggj forkvinna í Málráðnum!ið”, sigur Helena Kannuberg við miðlarnar. Og hon heldur avbjóðingina vera, “at talið av borgarum í Føroyum, sum ikki duga føroyskt, veksur."
Og somuleiðis, at føroyskt ikki er so sjónligt á talgildu pallunum, sum serliga ungir føroyingar brúka nógv.
Okkara ynski er, at hesar avbjóðingar verða tiknar í álvara av øllum myndugleikum og ábyrgdarpersónum.
Føroymál ynskir Helenu til lukku við nýggju avbjóðingini og hepna hond við sameinandi leiklutinum í Málráðnum
Myndina eigur Kvf.