Búmerkið hjá felagnum
28. aug. 2020

Málmenning hjá fleirmæltum børnum.

Tá foreldur hava hvør sítt móðurmál

Helena Kannuberg, cand.mag. í føroyskum og nevndarlimur í Føroyamál hevur vegna felagið ment ein faldara til pinkubarnaforeldur, ið hava hvør sítt móðurmál.

Tá ið børn læra mál, ogna tey sær eina rúgvu av vitan um orð, mállæru, ljóðskipan og samskiftisreglur. Málsliga tilognanin byrjar longu fyrstu mánaðirnar eftir føðing og heldur á fram komandi árini, og foreldur hava ofta ein serligan leiklut í stimbranini av málinum, tí pinkubarnið brúkar mest tíð saman við teimum.


Helena skrivaði MA-ritgerð um evnið, og foreldur at tvímæltum børnum kunnu ogna sær faldaran, har góð ráð og vegleiðing er at lesa í samband við málmenning