Búmerkið hjá felagnum
25. mar. 2025

Vinnari av búmerkjakapping.

Á móðurmálsdegnum 2025 varð nýggja búmerki áhugafelagsins avdúkað. Vinnarin gjørdist Maria Ziska.

 

Føroyamál hevur fingið búmerki!

Síðani Føroyamál varð stovnað í 2019, hevur áhugafelagið havt eitt fyribils búmerki, men í 2025 fekk felagið loksins egið búmerki.

Búmerkjakapping varð útskrivað í januar 2025. Fleiri uppskot komu inn til felagið, og dómsnevnd sett við umboðum úr nevndini og einum uttanhýsis yrkisgrafikara valdu uppskotið hjá Mariu Ziska úr Klaksvík sum vinnarauppskot. Búmerkið varð avdúkað á móðurmálsdegnum 25. mars 2025, sum varð hildið í Smæruni í Havn, har Maria fekk handað blómutyssi og vinning á 5.000 kr.

Frágreiðing um búmerkið:

Búmerkið ímyndar tvey hjørtu, ið spegla hvørt annað. Hjartað í Føroyamáli bankar fyri føroyskum máli. Vit læra málið frá hvørjum øðrum og spegla okkum í hvørjum øðrum. Hjørtuni gera eisini skapið av einum tímaglasi. Vit mugu varðveita føroyska málið, meðan tíðin er okkara.
Tað er gjørt við íblástri úr gomlum, føroyskum mynstri til bundnaturriklæði (Sjalmynstur eftir Oliviu Joensen, nr. 65).
Liturin er bláur sum havið.

Vit eru ómetaliga fegin um endiliga at hava fingið eitt vakurt og sigandi búmerki og ynskja Mariu Ziska hjartaliga til lukku!

Føroyamál