Búmerkið hjá felagnum
05. aug. 2025

Nordspråk.

Føroyamál er limur í Nordspråk Vit hava tvey umboð í Nordspråk. Eitt umboðar fólkaskúlan, og eitt umboðar miðnámskúlan. Jastrid á Dalbø og Óluva Klettskarð eru í Nordspråk.

Um Nordspråk

Nordspråk er ein felagsskapur, ið savnar feløg í Norðurlondum, sum arbeiða við móðurmálinum og tey, sum undirvísa í norðurlendskum máli sum fremmandamál. Fremsta uppgávan í Nordspråk er at tryggja, at norðurlendskir lærarar í barna-, studenta- og læraraskúlum hava dagførda vitan um mentanina í hinum Norðurlondunum. Nordspråk hevur skipað fyri skeiðum og gjørt tilfar til norðurlendskar lærarar í meir enn 30 ár.

Nordspråk hevur eisini onkrar samstarvsverkætlanir so sum:

100 nord, sum er ein heimur av smáum ljóðsøgum, ljóðmyndum og frásagnum, sum 100 ymiskar røddir í aldrinum 1 til 100 siga frá runt um í Danmark, Svøríki og Noregi.

Norðurlendskir 'Sprogpiloter', har aðalmálið er at eftirbúgva norðurlendskar móðurmálslærarar og undirvísarar í norðurlendskum máli sum fremmandamál, so teir kunnu undirvísa í skandinavisku málunum og norðurlendskari mentan.

Móðurmáls feløgini eru:

Føroyamál (Føroyar)
Foreningen for islandske dansklærere i Island ( Ísland)
Samtök móðurmálskennara ( Ísland)
Dansklærerforeningen (Danmark)
Svenska modersmålslärarföreningen i Finland (Finnland)
Svensklärarna i Finland (Finnland)
Landslaget for norskundervisning ( Norra)
Svensklärarföreningen ( Svøríki)

 

Á hvørjum ári er arbeiðsfundur og summarskeið í Nordspråk 

  • Næsta summarskeiðið verður á sumri í 2027
  • Seinasti fundur og summarskeið í 2025 vóru:
    • Arbeiðsfundur  6.-8. april í Klaksvik í Føroyum
    • Summarskeið 1.-5. august i Trondheimi í Norra
  • Summarskeiðini hava altíð eitt evni, og í 2025 var evnið:
    •  “Vandringer – Mennesket i naturen, naturen i mennesket”
  • Fundur og summarskeið í 2024 vóru:
    • Ráðstevnan “Det nordiske klasserum – Læselyst”, í Keypmannahavn 15. november
    • Arbeiðsfundur í Keypmannahavn 20. november 2024